,

Tosa um Ørv og Jarnbard í róðrarsendingini á FM 1 klokkan 16.00

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Klokkan 16.00 í dag verður kappróðrarsendingin á FM1 aftur á skránni. Tikið verður samanum róðurin á Varmakeldu leygardagin, og hugt verður fram móti Fjarðastevnu á Skála komandi leygardagin.

Serligt fokus verður á frálíku úrslitini hjá áttamannafarinum Ørvi, har manningin hevur eina eitt sindur øðrvísi søgu enn aðar manningar. Ein verður tosað, um serliga plássið, sum kvinnumanningin á Jarnbardi eigur í róðarsøguni seinastu 30 árini og framvegis eigur.

Gestir í sendingini eru Sámal Petur Bernhardsson Petersen, frá Ørvi, Jannie Dam Jacobsen, róðurskvinna á Jarnbardi og Jan Herman Hansen, róðrarserfrøðingur.

Eisini verður prátað við Sonna Johnsson, næstformann í Skála Róðrarfelag, um FM-róðurin, sum verður á Fjarðastevnu á Skála um vikuskiftið.

Vertur er Árni Gregersen.

Lurta eftir FM1 her >>