Jobmatch 2024 verður hildið mánadagin 30. desembur í Norðurlandahúsinum. Á tiltakinum verða nógvir arbeiðsgevarar, sum vilja tosa við lesandi og fólk við útbúgving, sum leita eftir starvi ella nýggjum avbjóðingum í Føroyum.
Jobmatch er ein afturvendandi starvsstevna millum jóla og nýggjárs, og undirtøkan er vaksandi á hvørjum ári. Í ár er nýtt, at til ber at bíleggja tíð til eitt CV-tjekk hjá ALS.
Somuleiðis ber til at fáa vegleiðing um útbúgvingar-, læru- og arbeiðsmøguleikar frá Vegleiðingarstovuni í samstarvi við Jobmatch.
Longu nú hava nógv fólk bílagt sær eitt JobPrát, sum kann bíleggjast umvegis heimasíðuna jobmatch.fo til sunnudagin 29. desembur klokkan 12.00. Best er tó at bíleggja í góðari tíð.
– Tað er eitt sera breitt úrvæl av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata og almenna geiranum, innan millum annað framleiðslu, heilsu, hondverk, tænastu og fyrisiting. Á heimasíðuni ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin, sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av Jobmatch.
Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi. Tórshavnar kommuna og Bakkafrost stuðla Jobmatch 2024. Hetta er ein framúr møguleiki fyri øll, sum ynskja at finna nýggjar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.