Tottenham basti Liverpool við umstríddum máli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tottenham tók fyrsta stikkið móti Liverpool, tá ið liðini bæði í kvøld møttust í London í fyrstu hálvfinaluni í Carabao Cup.

Í einum jøvnum gavTottenham oddaliðnum í Premier League, Liverpool, stóra mótstøðu, og vann dystin 1-0 við einum málið, sum svenski Lucas Bergvall skoraði fýra minutir fyri tíð.

Málið var nokk so umstrítt, tí Lucas Bergvall kundi verið útvístur ein minutt áðrenn fyri sítt seinna gula kort. Dómarin, Stuart Atwell, loyvdi spælinum at halda fram, eftir at Lucas Bergvall hevði takklað Kostas Tsimikas, og fá sekund seinni skoraði Bergvall sítt fyrsta mál fyri Tottenham, meðan Liverpool bara vóru tíggju mans á vøllinum, tí Kostas Tsimikas var skaddur.

Á síðulinjuni var venjari Liverpool, Arne Slot, rasandi og ein av hjálparvenjarunum fekk gult kort fyri at brúka seg.

Ein onnur dramatisk hending í dystinum var, tá ið fimm minuttir vóru spældir. Tottenhamleikarin Rodrigo Bentancur datt og mátti berast av vøllinum í hálskraga. Í steðginum komu gleðiboð frá Tottenham, sum boðaðu frá, at Bentancur var við vit og skuldi á sjúkrahús at kannast nærri.

Seinna hálvfinalan verður spældur 6. februar á Anfield.


Í hinari hálvfinaluni vann Newcastle í gjárkvøldið óvæntað 2-0 móti Arsenal á útivølli í London.

Svenski Alexander Isak, sum er í hopla fyri tíðina, skoraði í fyrra hálvleiki.

Anthony Gordon økti stutt eftir steðgin, tá ið málverjin hjá Arsenal fyrst bjargaði einum skoti frá Alexander Isak, men Anthony Gordon var fyrstur á bóltinum, og gav Newcastle sera gott útgangsstøði undan seinni hálvfinaluni.