Tottenham sendir Postecoglou til hús

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tottenham hevur kunngjørt, at venjarin Ange Postecoglou er koyrdur. Postecoglou stóð á odda fyri liðnum, tá ið Tottenham vann Europa Leagu og fyrsta steypið síðan 2008. Men tað var ikki nokk til at tryggja honum sessin sum høvuðsvenjari.

Felagið skrivar á síni heimasíðu, at hetta hevur verið ein trupul avgerð.

Postecoglou tók við venjarasessinum í Tottenham í 2023 eftir at hava vunnið nógv við skotska felagnum Celtic.

Hann byrjaði í Tottenham við at vinna 10 dystir, men tað eydnaðist ikki at røkka topp-4 í Premier League. Tottenham endaði hetta kappingarárið á einum keðiligum 17. plássi við bert 38 stigum, hóast sigurin í Europa League bjargaði kappingarárinum nakað.

– Hóast sigurin í Europa League er ein av stóru løtunum hjá felagnum, kunnu vit ikki taka avgerðir einans grundað á kenslur knýttar at hesum sigrinum, skrivar Tottenham. Felagið váttar, at nýggjur høvuðsvenjari verður kunngjørdur skjótt.