Trent gevst í Liverpool

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Stórspælarin hjá Liverpool, Trent Alexander-Arnold, sum er uppvaksin í felagum, boðar í dag frá á X, at hann gevst í Liverpool.

– Eftir 20 ár í Liverpool Football Club er tað nú tíð hjá mær at vátta, at eg fari at gevast við endan av kappingarárinum. Hetta er uttan iva tann tyngsta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið í lívinum, sigur Trent á X.

Leingi hevur ljóðað, at Trent Alexander-Arnold fer til Real Madrid, og nú tekur allur fótbóltsheimurin, sum givið, at Trent Alexander-Arnold fer til kongaliga spanska stórfelagið.

26 ára gamli Trent Alexander-Arnold hevur verið í Liverpool í 20 ár