So er tað greitt, at størnubakkurin hjá Liverpool, Trent Alexander-Arnold, skiftir til Real Madrid.
Alt hetta kappingarárið hava leysasøgurnar gingið, at Trent, sum er uppvaksin í Liverpool, ikki fór at leingja sáttmálan við Liverpool, og meginpartin av kappingarárinum hevur ljóðað, at hann fór at skifta til Real Madrid, tá ið sáttmáli hansara við Liverpool gekk út 30. juni,
Real Madrid royndi at keypa hann frá Liverpool í januar, men Liverpool vildi ikki selja. Fyri nøkrum vikum, tá ið Liverpool var vorðið meistari, boðaði Trent frá, at hann ikki fór at gera nýggja avtalu við Liverpool, og síðan síðan hava Liverpool og Real Madrid samráðst um eina avtalu, sum ger, at Trent skiftir til Real Madrid beinanvegin og harvið kann spæla við kongaliga spanska felagnum í HM fyri feløg, sum verður spælt í juni og juli.
Sambært enskum miðlum fær Liverpool 8,4 milliónir pund fyri at lata Trent fara ein mánaða fyrr, og harafturat skal Real gjalda mánaðarlønina á 850.000 pund. Real Madrid rindar harvið 330.000 pund fyri hvønn dag, sum Trent hevði eftir av sáttmálanum við Liverpool.