Trevor Francis var tann fyrsti leikarin ið bleiv seldur fyri 1 mió pund, tá ið hann í 1979 skifti úr Birmingham City til Nottingham Forest. Hann leikti 70 dystir fyri felagið og skoraði 28 mál.
Venjarin hjá Nottingham Forest var tann karismatiski Brian Clough. Í tíðarskeiðnum frá 1979 til 1980 vunnu teir Evropa Cup tvær ferðir, hendan kappingin bleiv seinni nevnd Champions League. Millum annað skoraði Trevor Francis tað avgerðandi málið í finaluni í 1979 ímóti Malmø IF.
Seinni fór Trevor Francis til Italia at leika við Sampdoria og Atalanta, har hann leikti frá 1982 til 1987.
Í 1977 fekk Trevor Francis sín fyrsta landsdyst fyri England, undir venjarnum Don Revie. Hann leikti í alt 52 landsdystir og skoraði 12 mál.
Aftaná yrkisleiðina sum fótbóltsleikari, royndi hann seg eisini sum venjari. Feløgini hann umboðaði frá 1988 til 2003 vóru Queens Park Rangers, Sheffield Wednesday, Birmingham City og Crystal Palace.
Hann búði tí seinastu tíðina í Spania. Í 2012 fekk hann ein hjartatilburð, men kom fyri seg. Í dag andaðist Trevor Francis, 69 ára gamal.