Treytaleys frádøming av koyrikorti og nógv full fólk um vikuskiftið

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ein ungur maður fekk um vikuskifti treytaleysa frádøming av koyrikortinum, eftir at løgreglan fangaði hann í at koyra 140 kilometrar um tíman millum Fjarða.

Ungi maðurin var kortini ikki tann einasti, sum kom í trupulleikar av at koyra ov skjótt, tí ikki færri enn tríggir bilførarar fingu um vikuskiftið treytaða frádøming av førararættinum, fyri at koyra 115 og 116 kilometrar um tíman.

Hetta merkir, at bilførararnir skulu upp til nýggja koyriroynd.

Aftrat teimum vóru eisini fýra bilførarar, ið fingu klipp í koyrikortið fyri ikki at halda hámarksferðina, og aftrat klippinum fylgir sjálvandi eisini ein bót.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur eisini, at løgreglan hevur havt meira enn vanligt at gera við at ambæta fullum fólki um vikuskiftið. Í flest øllum førunum eydnaðist tað løgregluni at fáa fólkini til húsar heldur enn at senda tey inn í fullubrummu, men eitt fólk varð skuldsett fyri brot á ordensbekendtgørelsen – ella politiviðtøkurnar, sum vit plagdu at kalla tað – tí hann var til ampa niðri í býnum.