Í gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um ein harmonikusamanstoyt á Sundi.
Tríggir bilar vóru í samanstoytinum, har ein bráðsteðgur var orsøkin til, at ein bilur rendi í reyvina í bilinum frammanfyri, sum so rendi í reyvina á fremsta bilinum, sum var steðgaður.
Tá løgreglan kom á staðið sóu tey, at aftasti bilurin í hesum harmonikusamanstoytinum hevði ov slitin dekk, sum allarhelst hevur verið orsøkin, at bilurin ikki kundi steðga tíðs nokk, heldur vaktleiðarin á løgreglustøðini. Men at aftasti bilførarin heldur ikki helt neyðugu frástøðu til bilin frammanfyri.
Tí fær hesin bilførarin eitt klipp í koyrikortið og bót, umframt eina bót fyri ov slitin dekk.
– Eingin fólkaskaði stóðst av bilóhappinum, men bilførarin í bili nummar tvey fekk ein lítlan snudd í andlitið, so viðkomandi fór á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar av trygdarávum, sigur vaktleiðarin.