Tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Løgreglan var í gjár og gjørdi ferðamátingar á Glyvrum, og átakið hevði við sær, at tríggir bilførarar skulu upp til nýggja koyriroynd.

Ferðmátingarnar vórðu gjørdar í bygdum øki, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, men tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra millum 75 og 100 kilometrar um tíman.

Tveir teirra fingu treytaða frádøming av førararættinum, tí teir koyrdu meira enn 30 kilometrar um tíman oman fyri hámarksferðina, meðan triði teirra fekk klipp í koyrikortið. Av tí at hesin sami bilførarin frammanundan hevði klipp í koyrikortinum, og at tað eru minni enn trý ár liðin, síðan hann tók koyrikortið, skal hann eisini upp til nýggja koyriroynd, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.