Tríggir menn í Jyllandi vóru í gjár handtiknir fyri at hava samskipað smugling av hørðum rúsevnum til Føroya. National Enhed for Særlig Kriminalitet handtók menninar í samstarvi við Føroya Politi
Tríggir danskir menn, ávikavist 39 ár, 41 ár og 46 ár, sum eru partur av kriminella umhvørvinum í Danmark, eru handtiknir við hjálp frá politinum í Eysturjyllandi og á Fyn. Teir eru skuldsettir fyri at hava lagt til rættis smugling av umleið 4 kg av amfetamin og umleið 22 kg av hasji við seglbáti úr Danmark til Føroya.
Føroya Politi og NSK hava arbeitt tætt saman um kanningararbeiðið, við stuðuli frá TAKS og Skattestyrelsen í Danmark.
Føroya Politi handtók í august 2024 fimm persónar fyri smugling av rúsevnum til Føroya. Fýra av teimum fimm persónunum sita framvegis í varðhaldi, og málið verður viðgjørt í Føroya Rætti í viku 10.
Menninir, sum eru handtiknir í dag, verða framstillaðir í rættinum í Aarhus mikudagin. Har ákæruvaldið fer at biðja um, at hurðarnar verða afturlatnar.
Føroya Politi og NSK hava í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.