Tríggir dystir í Betrideildini í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tríggir dystir verða spældir í 1. umfari í Betrideildini hjá monnum í dag. Dysturin millum FC Suðuroy og EB/Streym er útsettur orsaka av vánaligari veðurforsøgn.


Í Runavík tekur NSÍ móti B36 klokkan 15.00. NSÍ hevur styrkt seg nógv til kappingarárið, millum annað við landsliðsleikaranum, Brandi Hendrikson Olsen, og Jann Benjaminsen, sum í fjør var liðskipari hjá júst B36.

B36 hevur hinvegin valt satsa minni enn í fjør, tá ið sera nógvir útlendingar vóru í felagnum. Í ár er liðið fyri tað mesta mannað við egnum leikarum, og nøkrum gomlum veteranum, sum eru komnir til felagið í vetur.


Á Tvøroyri tekur uppflytarin TB móti meistarunum úr Víkingi klokkan 15.00. Her er Víkingur sjálvandi stórfavorittur at vinna, men sum øll vita, so kann altíð vera torført at vinna á Tvøroyri.


Nummar tvey seinasta kappingarár, KÍ, spælir klokkan 15.00 heima móti 07 Vestur, og tað er lítið at ivast í, at KÍ ætlar at vinna meistaraheitið aftur í Klaksvíkar, eftir at teir mistu tað til Víking í fjør.


Dagsins dystir í Betrideildini menn:

Kl. 14.45 TB – Víkingur
Kl. 15.00 NSÍ – B36
Kl. 15.00 KÍ – 07 Vestur
FC Suðuroy – EB/Steymur (útsettur)