Tríggir mans í Iran eru í morgun tiknir av døgum, tí teir vóru við í mótmælisgongum móti iranska stýrinum.
Sambært stýrinum eru teir dømdir fyri at hava skotið móti trygdardeildum hjá stýrinum undir mótmælisgongum, har mótmælt var ímóti, at unga kurdiska kvinnan Mahsa Amini doyði, meðan hon var í varðveitslu hjá iransku løgregluni í september í fjør.
Tað skriva Reuters og AFP.
Teir tríggir menninir vórðu handtiknir í november í fjør, og dømdir til deyða í januar í ár.
Nógvar mótmælisgongur hava verið ymsastaðni í Iran, eftir deyða Mahsa Amini, eftir at hon bleiv handtikin av sonevndu moral-løgregluni, tí at hon, sambært løgregluni, ikki bar høvuðklæði, sum lóggávan í Iran annars sigur.
Altjóða eygleiðarar vilja vera við, at talið av avrættingum er vaksið nógv seinastu tíðina, tí at iransku myndugleikarnir brúka deyðarevsing fyri at kúga fólkinum.