,

Trubadururin og samfelagsrevsarin Kári P fyllir 75

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag fyllir fólkakæri trubadururin, Kári P, 75 ár. Hann hevur í áratíggju verið ein týðandi rødd í føroyskum tónleiki og mentan.

Kári Leivssen, sum fyrr æt Kári Petersen, er sangari, guitarleikari, sangskrivari og tónasmiður. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur.

Hann trein inn á føroyska tónleikapallin í føroyska studentaumhvørvinum í seinnu helvt á 60’unum.

Hann er serliga kendur fyri sín nýmótans fólkatónleik, har hann við djúpum og skemtingarsamum tekstum revsar samfelagið.

Sangirnir á fløgunum Vælferðarvísur (1978) og Hinumegin Ringvegin (1991) hava serliga fest seg í minnið hjá føroyingum og eru vorðnir fólkaogn.

Í 1995 fekk hann M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir, og í 2010 Mentanarvirðisløn Landsins.

Hjartaliga til lukku við degnum, Kári.