, ,

Trump og Biden hittust í Hvítu Húsunum

Skrivað

Kristian Waag Dam

Dagfesting

Seinnapartin í dag vitjaði komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, tann fráfarandi forsetan, Joe Biden, í teimum Hvítu Húsunum.

Talan er um fyrsta fundin teirra millum síðan Trump vann forsetavalið í undanfarnu viku. Vitjanin skal eitast at umboða komandi valdsskifti í USA.

Hóast Trump og Biden mangan hava verið rúkandi ósamdir, og orðaskifti verið hart, so var tónin ein annar, tá teir báðir amerikonsku forsetanir sótu lið um lið frammanfyri eldstaðin í Ovalu Skrivstovuni í Hvítu Húsunum, og prátaðu fólkaligt við hvønn annan, meðan mikrofonirnar og myndatólini vóru tendrað.

Sambært BBC ynskti Biden nývalda forsetanum vælafturkomnan í Hvítu Húsinini, og segði hann seg síggja fram til eitt smidligt valdsskifti.

-Politikkur er trupul, og í fleiri førum ikki ein hugaligur heimur, men heimurin er góður í dag, og virðismetti eg sera nógv eina smidliga yvirgongd, svaraði Trump.

Eftir løtuna í Ovalu Skrivstovuni fóru Trump og Biden úr hølinum og í annað høli, har fjølmiðlarnir ikki fingu atgongd. Sambært Reuters prátaðu Trump og Biden í nærum tveir tímar.

Donald Trump yvirtekur alment embæti sum forseti tann 20. januar 2025.

Ongin Melania Trump

Umframt at tað er siður hjá fráfarandi og komandi forseta at hittast í Hvítu Húsunum áðenn valdsskifti, so er tað eisini siður hjá fráfarandi og komandi forsetafrúun at hittast áðrenn, men soleiðis var ikki hesa ferð.

Fráfarandi forsetafrúan, Jill Biden, fekk ikki møguleikan at heilsa uppá sín avloysara, Melania Trump, tí hon luttók ikki í vitjanini. Í staðin gav Jill Biden eitt bræv til Trump, sum hann kundi taka við sær heim til Melania Trump.