,

Trump prýðir Hvíta húsið við gulli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki júst kendur fyri at gera lítið burtur úr sær sjálvum, og nú hann og húski hansara eru flutt inn aftur í Hvíta húsið, hevur hann prýtt alt við gulli.

– Alt er gull, sigur Donald Trump við Fox News.

– Gyltir einglar prýða eisni innrættingina, tí vit hava brúk fyri hepni eftir tað, ið er hent seinastu fýra árini, sigur hann.

Við hjálp frá innbúgvssnikkaranum, John Icart, sum verður kallaður gullmaðurin, eru andlitsmyndir, peisir og dekoratiónir prýddar við gulli. Einki er spart fyri at geva skrivstovuni eina glitrandi útsjónd.

Tíðindleiðarin í Hvíta húsinum, Karoline Leavitt, váttar broytingarnar:

– Hetta er gylta skrivstovan til eitt gylt tíðarskeið, sigur hon.