Trump: Vit hava brúk fyri Grønlandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Donald Trump nevndi ikki Grønland í innsetanarrøðuni í gjár. Men hann hevði kortini ikki gloymt Grønland. Í Ovala rúminum í nátt tosaði Donald Trump um Grønland, meðan hann undirskrivaði eina røð av nýggjum forsetaboðum á sínum fyrsta degi aftur sum amerikanskur forseti.

Donald Trump gjørdi aftur greitt, at hann ynskir at tryggja Grønland fyri USA. Hann segði, at Grønland er eitt frálíkt stað, og vit hava brúk fyri tí fyri altjóða trygd. Hann segði, at hann er vísur í, at Danmark fer at ganga við uppá hetta.

Hann segði eisini, at tað íður við við russiskum og kinesiskum skipum í økinum við Grønland. Hann legði dent á, at amerikanska ynskið snýr seg meira um altjóða trygd.

Donald Trump undirskrivaði í nátt eina røð av forsetaboðum, har USA millum annað tekur seg úr Parísavtaluni og Heimsheilsustovninum, WHO.

Hann hevur eisini givið umleið 1500 fólkum grið, sum vóru við at leypa á Kongressina tann 6. januar 2021. Donald Trump hevur eisini steðgað allari amerikanskari neyðhjálp í 90 dagar, meðan hon verður gjøgnumgingin.

Donald Trump gjørdi eisini greitt í setanartaluni, at økið hjá USA skal víðkast, og segði millum annað at Panamaveitin skal aftur undir amerikanskt eftirlit.