Trupulleikar við reseptheilivági tíðliga í morgun

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Eitt sindur av óskili hevur verið í Tjaldurs apoteki í morgun, og fyrstu kundarnir máttu bíða eina løtu, áðrenn nakar reseptheilivágur kundi útskrivast.

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, sigur, at orsøkin var, at POS -skipanin, sum er gjaldsskipanin, var óvirkin frá klokkan 9 og fram til 9:20.

Tá POS skipanin er óvirkin, ber ikki til at skriva út reseptirnar, og av somu orsøk ber heldur ikki til at skriva út tey spjøldur, ið skulu á heilivágin, tá hann verður seldur.

Fyrst frættist, at talan var um munandi størri trupulleikar, ið eisini høvdu ávirkað Cosmic skipanina hjá Landssjúkrahúsinum, men frá Landssjúkrahúsinum verður váttað, at har koyrir alt, sum tað skal.

POS-skipanin hjá apotekinum er nú virkin aftur, og til ber aftur at fáa reseptheilivág.