Trý-ára fongsulsrevsing fyri at neyðtaka smágentu

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ein 40-ára gamal maður varð í Føroya rætti í dag dømdur 3-ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á eina smágentu.

Maðurin varð ákærdur fyri seks forhold, og hann varð funnin sekur í teimum øllum.

Ágangurin fór fram í 2021 og 2022, og maðurin varð funnin sekur í at hava neyðtikið gentuna á ymsan hátt, umframt at hava framt blygdanarskemd móti henni.

Eisini var maðurin dømdur fyri at hava umleið 18.000 barnapornografiskar myndir um hendi, og summar av myndunum hevði maðurin tikið av gentuni.

Maðurin hevði eisini sent barnapornografiskar myndir til onnur fólk á netinum.

Pástandurin hjá ákæruvaldinum var fongsulsrevsing, sum ikki var stytri enn trý ár, og tá avtornaði varð maðurin dømdur trý-ára fongsulsrevsing.