Øll trý Norðurlondini, sum framførdu í fyrru hálvfinaluni í Eurovision í Basel í Sveis í kvøld, komu víðari til finaluna, sum verður leygarkvøldið.
Noreg, Svøríki og Ísland framførdu so mikið sannførandi, at tey vóru atkvødd víðari. Hini londini, sum komu víðari í kvøld vóru Albania, Niðurlond, Pólland, San Marino, Estland, Portugal og Ukraina
Slovenia, Belgia, Aserbadjan, Kroatia og Kypros komu ikki víðari til finaluna.
Hóskvøldið verður seinna hálvfinalan, og tá skal føroyska Sissal umboðað Danmark, sum ikki hevur verið í finaluni síðan 2019.