Tunlarnir norður um Fjall lata upp í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag klokkan. 13.30 verður hátíðarhald í sambandi við, at nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, fer at halda røðu við hátíðarhaldið, sum verður við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin. Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og Jón Sigurdsson, stjóri í P/F Articon, halda eisini røður. Klaksvíkar hornorkestur spælir.

Tá snórurin er kliptur umleið klokkan 14.10, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu. Eftir hetta bjóða Landsverk og Hvannasunds kommuna øllum til drekkamun í Skúlanum á Fossánesi.

Áðrenn hátíðarhaldið verður høvi at renna, ganga og súkkla ígjøgnum nýggju tunlarnar í samstarvi við Treysti og súkklufelagið Norðstrok. Renningin og súkklingin byrja klokkan 12.00 við tunnilsmunnan í Ánunum. Tilmelding er ikki neyðug.

NýggiÁrnafjarðartunnilin er 1965 metrar og nýggi Hvannasundstunnilin er 2246 metrar. Eisini eru nýggir vegir á 1,8 kilometrar í økinum.