Tað munnu vera fá heim í Føroyum, sum ikki hava plásíløt av merkinum Tupperware í køksskápunum, og tað var tann tíð, tá ið føroyskar konur skipaðu fyri teimum sokallaðu heimapartyunum hjá Tupperware og aðrar konur komu at keypa.
Alt hetta er nú søga, tí norðurlendska deildin hjá Tupperware, Tupperware Nordic, er farin á húsagang. Tað hendir, eftir at amerikanska móðurfelagið fór í gjaldssteðg í heyst, men varð bjargað við sølu í oktobur. Nú hevur norðurlendska deildin fingið so stórar trupulleikar, at felagið letur aftur.
Tupperware kom til Føroya í 1960-unum og gjørdist kent við sínum plastikíløtum. Í 50 ár høvdu hesi partyini góða undirtøku í Føroyum, ofta betri enn í øðrum londum.