Føroyska hagtalssíðan Handballstatz hevur gjørt upp hagtølini fyri desembur í SMS-deildini, sum er besta deildin í kvinnuhondbólti.
Besti leikarin í hendan mánaðin gjørdist annan mánaðan á rað Turið Arge Sameulsen úr Kyndli við heili 11,47 HBS/Dyst. Hon hevur eisini tilsamans mest HBS í fyrru helvt av kappingarárinum. HBS er eitt heildarhagtal yvir samlaða avrikið hjá leikarum.
Á mánaðarliðnum fyri desembur eru hesir:
- Málverji: Ida Mai Nielsen, HBS/Dyst 7,10
- Vinstri vongur: Hervør Niclasen, HBS/Dyst 4,00
- Vinstri bakkur: Turið Samuelsen, HBS/Dyst 11,47
- Miðja: Maria H. Weyhe, HBS/Dyst 6,58
- Høgri bakkur: Agnas Funn, HBS/Dyst 7,72
- Høgri vongur: Joan Johannesen, HBS/Dyst 4,10
- Strika: Bjarta Johansen, HBS/Dyst 5,70
Turið A. Samuelsen hevur sum tann einasta verið á mánaðarliðnum allar tríggjar ferðir hetta kappingarárið.
