Turið kortini ikki við í avgerandi landsdystunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein útskifting er í hópinum hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum skal møta Litava í næstu viku. Rannvá Olsen er kallað inn fyri Turið Arge Samuelsen, sum hevur ein skaða at dragast við.

Føroyar møta Litava í høllini við Tjarnir mikudagin 9. apríl kl. 19.00 og á útivølli í Jonava, Litava sunnudagin 13. apríl klokkan 14.00. Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar sleppur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

Enn eru nøkur atgongumerki (standipláss) eftir til heimadystin. Hesi fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Hesar eru í landsliðshópinum:

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (Ísland)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (Danmark)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (Danmark)
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Pernille Brandenborg, København Håndbold (Danmark)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (Danmark)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (Danmark)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (Danmark)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (Danmark)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (Danmark)

Rannvá Olsen avloysir Turið Arge Samuelsen í landsliðshópinum