, ,

Tvær grannauppgerðir í steypakappingini

Skrivað

FM1

Dagfesting

Tað verða tvær spennandi grannauppgerðir á skránni í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá monnum fyrst í mai. Í Havn bresta B36 og HB saman, meðan NSÍ skal út á Toftir at siga takk fyri seinast.

Í hinum dystunum í fjórðingsfinaluni hittast EB/Streymur og Skála, og á Argjum tekur AB ímóti 07 Vestur.

Fjórðingsfinalurnar verða leiktar mikudagin 10. mai.

Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar 28. juni og 27. september, og finalan verður á Tórsvølli leygardagin 4. november.