

Tvær sera spennandi Firmakappingar á FM1 í dag
23.11.2023Hoyr tær báðar spennandi og jøvnu Firmakappingarnar, ið vóru á FM1 í dag, harav onnur fór til eykatalspurning. Fyrst kappaðust Suðuroyar Sparikassi í Tórshavn og RV Tøkni í Klaksvík. Tey næstu at kappast vóru Búsetur á Hjalla og TTS í Klaksvík. Vertur: Óli G. Samuelsen. Tøkningur, dómari og framleiðsla av spurningum: Heri Simonsen. Úrslitini higartil í fyrsta umfarinum: Posta-PM 13-12 (aftaná eyka-talspurning) Sjónám-TAKS 11-9 Bygma Balslev-Smyril Line Cargo 6-15 Hotel Brandan/Hafnia-KBI 12-9 Betri Klax-PM Pluss 12-11 Tunnil.fo-MEST 15-13 KJ-NEMA 11-15 Kaj Andreasen-Runavíkar Kommuna 7-8
