Tveir dagstovnar lótu aftur í morgun – ein letur aftur í morgin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Stovnarnir, ið lótu aftur í dag eru Margarinfabrikkin og Vøggustovan millum Bóla, sum er partur av Dagstovninum Kura.

Í morgin, týsdagin 4. juni, letur Dagstovnurin í Øksnagerði aftur vegna verkfall.

– Rusk verður ikki tikið vegna verkfall, og tí letur Dagstovnurin í Øksnagerði aftur. Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur vegna verkfall, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.