Tveir dystir verða spældir í Betrideildini hjá monnum í dag.
FC Suðuroy vitjar á Toftum klokkan 16.00 í dag, og kann við einum sigri nærkast B68 so nógv, at bara trý stig verða millum liðini. Hinvegin kann B68 við einum sigri veruliga gera seg leysan av botnstríðnum.
Klokkan 18.00 tekur HB móti botnliðnum 07 Vestur í Gundadali. Tað hevur einki gingið hjá vágamonnum í ár, og tí mugu teir fara eftir stigum móti HB, sum ikki hevur tapt nakran dyst í landskappingini, síðan André Olsen tók við sum venjari. HB hevur tó spælt minni væl seinastu dystirnar, so kanska 07 Vestur hevur ein møguleika.
Í gjár spældu EB/Streymur og TB javnleik 2-2 á Eiði.
Í morgin spælir B36 móti KÍ, og Víkingur móti NSÍ. Báðir dystirnir byrja klokkan 18.30.
Mynd: Bjartur Vest – Portalurin
19. umfar í Betrideildini
Leygardagin 16. august
- EB/Streymur – TB 2-2
Sunnudagin 17. august
- Kl. 16.00 B68 – FC Suðuroy
- Kl. 18.00 HB – 07 Vestur
Mánadagin 18. august
- Kl. 18.30 B36 – KÍ
- Kl. 18.30 Víkingur – NSÍ
Stigatalva í Betrideildini við monnum
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 17 | 16 | 1 | 0 | 59 | 8 | 51 | 49 |
2 | NSÍ | 18 | 13 | 2 | 3 | 68 | 22 | 46 | 41 |
3 | HB | 18 | 13 | 2 | 3 | 42 | 29 | 13 | 41 |
4 | Víkingur | 18 | 9 | 3 | 6 | 26 | 19 | 7 | 30 |
5 | B36 | 18 | 7 | 4 | 7 | 29 | 30 | -1 | 25 |
6 | EB/Streymur | 18 | 6 | 5 | 7 | 20 | 31 | -11 | 23 |
7 | B68 | 18 | 5 | 3 | 10 | 23 | 44 | -21 | 18 |
8 | FC Suðuroy | 18 | 4 | 0 | 14 | 16 | 46 | -30 | 12 |
9 | TB | 19 | 2 | 5 | 12 | 20 | 58 | -38 | 11 |
10 | 07 Vestur | 18 | 2 | 1 | 15 | 21 | 37 | -16 | 7 |