Rakul í Lágabø er nýggjur altjóða yvirdómari, og John D. Olsen nýggjur altjóða startari, í altjóða svimjing. Føroya hava sostatt fýra altjóða yvirdómarar og tríggjar altjóða startarar.
Altjóða svimjisambandið hevur lagt út dagførdan lista yvir altjóða yvirdómarar og startarar, sum millum annað er víðkaður við teimum báðum føroyingum.
Svimjisambandið skrivar, at hetta er tiltrongt, av tí at altjóða svimjisamgongan, World Aquatics, krevur altjóða góðkendar dómarar og startarar til stevnur har kravtíðir til heimsmeistarastevnur og olympiskar leikir kunnu klárast.
World Aquatics fer eisini undir eina nýggja skipan fyri dómarar og startarar, har byrjað verður bronsustigi, og so kunnu arbeiða seg upp til silvur- ella gullstig. At byrja við eru øll á bronsustigi, bæði hjá okkum og øðrum.
Føroyskir dómarar og startarar
