Tveir kyndilsleikarar bestir í novembur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Turið Arge Samuelsen úr Kyndli er vald til besta leikara í novembur í SMS-deildini í hondbólti. Eisini er Tobias Thiesen somuleiðis úr Kyndli valdur til besta leikara í Burndeilini.

Turið Arge Samuelsen hevur aftur hetta kappingarárið skotið mál eftri vild frá vinstra veingi, har eingin megnar at steðga henni. Hon hevur sambært handballstatz.com higartil hetta kappingarárið skotið 125 mál í 11 dystum.

Danin Tobias Thiesen hevur eisini verið ein sannur fongur hjá kyndilsmonnum hetta kappingarárið, og hevur havt avgerandi leiklut í fleiri dystum. Hann hevur skotið 78 mál í 11 dystum.


Turið Arge Samuelsen varð eisini vald til besta leikara í oktobur, meðan málkvinnan hjá Kyndli, Jovana Stranjanac, varð vald í septembur.

Hjá monnum var Sjúrður Olsen úr VÍF valdur til besta leikara í oktobur, meðan Trúgvi Hávardson úr StÍF var vald í septembur.