Betrideildin menn
B36 – HB 2-2 (0-0)
Alt bendi á, at B36 fyri aðru ferð í ár fór at vinna móti HB.
Eftir ein sera taman fyrra hálvleik, har B36 hevði bóltin mest, byrjaði seinni hálvleikur við, at Bjarti Mørk í málinum hjá HB fekk reytt kort, og Pætur Petersen legði B36 fram um við frísparki. Løtu seinni gjørdi Hannis Agarsson tað til 2-0.
Við einum øgiligum stríðsvilja eydnaðist tó HB at koma í dystin aftur, og teir báðir norðmenninir Jonas Enkerud og Emil Grønn Pedersen syrgdu fyri, at HB javnaði til 2-2, sum er tað mest vanliga úrslitið millum havnarfeløgini.
B36 hevði bóltin nógv meira spæl enn HB fyrsta partin av dystinum, og HB vóru merkiliga spakir til, at verður nummar tvey í landskappingini.
Tað eydnaðist B36 at steðga samanspælinum hjá HB fram eftir vøllinum, og í heila tikið vóru B36’ararnir grammari í nærdystunum.
Tað var tó ikki nakað serliga vandamikið hjá B36, og teir skapu ikki ein einasta líkinda møguleika fyrsta hálva tíman.
Hinvegin var HB sera nær við at skora eftir eitt hornaspark, tá ið Heðin Hansen skallaði á yvirkantin á yvirleggjaranum.
Sum hálvleikurin leið gjørdist dysturin meira og meira tamur, og hvørki liðið fekk nakað at hanga saman.
Beint fyri hálvleik gjørdi HB tó eitt lítið sprell, og eitt spakuligt skot frá Sammy Skytte varð bjargað á stríkuni.
Tvey hornaspørk beint aftaná vóru eisini hampuliga vandmikil. Men samanumtikið var einki at siga til, at tað stóð 0-0 á máltalvuni í steðginum.
Beint eftir steðgin tók dysturin eina vend. Noah Mneney misti bóltin á egnari hálvu, og Pætur Petersen kom leysur inn móti brotsteignum hjá HB, har málverjin Bjarti Mørk kom út um brotsteigin og feldi Pætur. Reytt kort segði dómarin Alex Troleis, og eftir eina góða løtu, tá ið HB hevði skift málverja, sendi Pætur sjálvur frísparki flatt í málið.
Nú sá einki út hjá HB, og tað gingu bert nakrir minuttir, so fekk Hannis Agnarsson fótin á eitt innlegg, og so var 2-0 til teir hvítu.
Einki bendi á at HB fór at vakna. Nakrar útskiftingar hjálptu heldur einki, og alt bendi á, at B36 lættliga fór at vinna móti HB fyri aðru ferð í ár.
Men ein dystur um Havnina er nú einaferð ein dystur um Havnina, og brádliga stútaði innskifti Jonas Enkerud bóltin í málið eftir nakrar innskaststøður, har Bartal Wardum kastaði langt inn í málteigin.
Nú vaknaði HB veruliga, og Bartal Páll Klein var sera nær við, men Silas Eyðsteinsson bjargaði meistarliga skotinum.
HB royndi seg við longum bóltum fram eftir, og B36 gjørdi ikki nógv annað enn at sparka burtur, hóast teir vóru ein maður meira.
Beint sum farið var inn í longdu leiktíðina javnaði HB. Eitt hornaspark varð sent innfyri, og endin var, at Emil Grønn Pedersen á sjálvari málstrikuni prikaði bóltin í málið.
Heilir 15 minuttir vóru lagdir afturat, og nú yvirtók B36 spælið aftur, og sum yvirtíðin fór, kom B36 alsamt nærri og nærri einum sigursmáli.
Meira hendi tó ikki. Seinasta løtuna var lítið skil í. Dómarin dømdi alt ov nógv, og so løgið tað ljóðar, so tyktist B36 dríggja tíðnina av ótta fyri at tapa.
HB kann vera best nøgt við javnleikin, meðan í B36 eiga tey at iðra seg nakað nógv um, at ein so góð støða ikki gav trý stig.