Tveir útróðrarbátar sleipaðir til lands

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Seinastu tíðina hava verið nakrar støður – serliga í samband við nátatíðina – har nakrir smábátar hava fingið maskinbrek, og tí hava havt brúk fyri hjálp at sleppa til lands aftur.

Men tað er ikki bara smábátar, sum hava tørv fyri hjálp. Eisini hendir javnan, at útróðrarbátar fáa maskinbrek. Tríggjar ferðir síðan leygardagin hava útróðrarbátar havt tørv fyri hjálp, eftir at bátarnir hava havt maskinbrek. Vit hava skrivað um støðuna leygardagin, tá ein útróðrarbátur fekk maskinbrek vestur úr Kirkjubønesi.

Men eisini í gjár og fyrradagin hava tveir útróðrarbátar havt tørv at vera sleipaðir til lands.

Beint eftir midnátt tann 12. september mátti Brimil fara at sleipa ein útróðrarbát, sum var staddur beint eystan fyri Skeivabanka. Brimil sleipaði útróðrarbátin á Havnina, og tað sleipið tók útvið 12 tímar.

Seinnapartin mánadagin fekk ein útróðrarbátur maskinbrek út fyri Gøtuvík, sum so boðaði MRCC frá, at hann hevði tørv á at verða sleipaður til lands.

Ziska sleipaði bátin til Klaksvíkar, og tað tók eitt sindur yvir tveir tímar.