Í gjáramorgunin fekk Føroya Politi fráboðan um, at onkur hevði roynt at bróta inn í eina goymslu hjá einari matstovu í Havn, har millum annað rúsdrekka verður goymt, men tað eydnaðist ikki innbrotstjóvunum at bróta seg inn, tí hurðin er styrkt.
Vaktleiðarin sigur, at tað hava verið nøkur innbrot á hesum staðnum seinastu tíðina, so eigarin hevur eitt nú tryggjað hurðina betur, og hevur eisini sett vakmyndatól upp á staðnum.
Nú fer løgreglan at hyggja upptøkurnar ígjøgnum, so finnast kann fram til innbrotstjóvin ella tjóvarnar, um tað eru fleiri, sum royndu at bróta seg inn í hesa goymslu.
Hevði gist í einum arbeiðsskúri
Í gjár fekk Føroya Politi eisini eina fráboðan um, at onkur hevði brotið seg inn í ein arbeiðsskúr í Havn. Løgreglan fór á staðið og kannaði við eitt nú hundunum, ið funnu okkurt amboð nærhendis skúrin, men at síggja til, so hevði onkur ligið nátt í skúrinum, men tað fer løgreglan at kanna nærri.
Arbeiðsóhapp vesturi í Vágum
Seinnapartin í gjár var eisini boðað frá einum arbeiðsóhappi vesturi í Vágum, har eitt fólk hevði skorið seg nokkso illa av einum vinkulslípara.
Maðurin varð fluttur til Landssjúkrahúsið, har hann kom undir læknahond.