,

Tvøroyrar kommuna nýggja heimasíðu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tvøroyar kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á nýggju heimasíðuni.

Heimasíðan hevur verið í gerð síðan í fjør summar, og nú er hon klár at taka í nýtslu.

Nýggja heimasíðan er heilt øðrvísi enn tann undanfarna, og kommunan sigur, at tað fer helst at krevja nakað av tilvenjing hjá teimum, sum vitja síðuna og samskifta við Tvøroyrar kommunu.

Heimasíðan er gjørd soleiðis, at vitjandi lættari kunnu finna viðkomandi tilfar og avgreiða síni viðurskiftir. Samstundis kann kommunan lættari røkka borgarum við kunning og tíðindum.

Tvøroyrar kommuna leggur stóran dent á at KT-trygdin og handfaring av persónsupplýsingum er í lagi.

Samleikin og Vangin frá Talgildu Føroyum eru eisini innbygd í síðuna, og Tvøroyar kommuna mælar borgarum til at bíleggja sær Samleikan og at nýta Vangan.