Tvørpolitiska semjan fevnir um eina skipan, ið røkkur tvørturum valskeið.
Tað skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið á heimasíðu sínari.
Skipanin verður ein tvíliðað skipan, ið er sett saman av ávíkavist tøkugjaldi og einum serskatti upp á yvirskot hjá alifeløgunum.
Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar frá 0,5 prosentum og endar uppi á 7,5 prosentum í mun til altjóða laksaprísin. Serskatturin verður átta prosent av yvirskotinum hjá alifeløgunum.
Heimasíðan hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum skrivar, at flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímiligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.
– Skipanin skal ikki stýra atferðini hjá vinnuni. Hon skal vera einføld at umsita, tryggja gjøgnumskygni og leggja upp fyri teimum vansum og avbjóðingum, sum kunnu taka seg upp, skrivar heimasíðan.