Twitter skal nú eita X

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Elon Musk, eigari og stjóri á Twitter, hevur boðað frá, at seinni í dag fer sosiali miðilin at broyta búmerkið frá eyðkenda fuglinum til eitt einfalt X.

Elon Musk hevur sjálvur broytt profilmynd til X búmerkið, og hevur skrivað x.com í biografiteigin á profilinum hjá sær.

Og sambært Elon Musk er ætlanin, at alt Twitter brandið í sjálvum sær skal broytast upp á sikt. Í einum tweeti skrivar Elon Musk, at skjótt verður boðið farvæl til Twitter brandið og sum frálíður allar fuglarnar.

Á pappírinum hevur felagið Twitter eisini broytt navn til X Corp, og Elon Musk vil vera við, at hetta er eitt skifti, ið skuldi havt verið framt fyri langari tíð síðani.

Twitter hevur verið á gosi, síðan Musk boðaði frá broytingunum í gjár, men nógv hava hildið, at talan hevur verið um skemt.

Alt tykist kortini sum, at Elon Musk meinar hetta í álvara, og hetta hevur fingið nógv fólk til knapparnar at vísa ónøgd við, at eitt tað kendasta brandið í heiminum nú fer í søguna.

Nógvir brúkarar hava eisini gjørt vart við, at nýggja búmerkið minnir meira um okkurt ónærisligt heldur enn ein sosialan miðil.

Elon Musk var ein av bakmonnunum handan gjaldspallin PayPal, men áðrenn PayPal fekk navnið PayPal, vildi Elon Musk hava, at hann skuldi eita X. Hinir eigararnir av PayPal fingu kortini forðað fyri hesum, og hildið verður, at Elon Musk nú roynir at noyða navnið X niður yvir Twitter ístaðin.