Týðaragrunnurin er ein lyklatáttur í týðingarvirksemi í Føroyum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingskvinnan Hanna Jensen úr Framsókn spurdi landsstýrismenninir í mentamálum og útbúgvingarmálum um týðing til føroyskt.

Djóni Nolsøe, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, svaraði fyrr í vikuni, og nú hevur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, svarað.

Djóni svarar um týðing í útbúgvingarøkinum >>

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at í Føroyum verður á hvørjum ári týtt tilfar til føroyskt, serliga barnatilfar og teknirøðir, men eisini sendingar til vaksin, heimasíður og onnur tekstasløg.

Mentanargrunnur Landsins hevur síðan mars 2024 stuðlað 32 verkætlanum við týðing – flestar til føroyskt – og játtanin til Týðaragrunnin er 500.000 krónur um árið.

Kringvarp Føroya upplýsir, at stovnurin brúkar útvið eina millión krónur árliga til týðing og hevur fast tilsett 1,6 týðarar umframt fríyrkisfólk. Mentanargrunnurin játtar stuðul til einstaklingar og forløg, men ikki til stovnar.

Í Public Service sáttmálanum fyri 2024-2028 er avtalað, at Kringvarpið skal vaksa um týðing og teksting til børn, ung og vaksin.

Stuðulsskipanin hjá Týðaragrunninum verður mett at vera ein lyklatáttur í menningini av týðingarvirksemi í Føroyum, og landsstýrismaðurin staðfestir, at tað hevur stóran týdning at styrkja føroyskt mál við týðingum bæði til og úr føroyskum.