Týðilig niðurgongd í fuglameinginum seinastu áratíggini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í vísindaligari grein um gongdina hjá sjófugli í Føroyum síðan fyrst í 1970’árunum verður víst á týðiligu niðurgongdina í fuglameinginum seinastu áratíggini.

Greinin er útgivin í tíðarritinum Frontiers in Marine Science og byggir á longri tíðarrøðir fyri fleiri sjófuglasløg.

Fuglafrøðingurin Bergur Olsen hevur í meira enn hálva øld talt sjófugl í Føroyum, serliga í Høvdanum í Skúvoy. Hansara kanningar vísa á stórar broytingar í talinum av lomviga, lunda, ritu og ternu.

Síðan 1972 er talið av lomviga í Høvdanum minkað nógv, og bæði lomvigi og lundi minkaðu brádliga síðst í 1980’árunum og fyrst í 2000’árunum. Í ávís tíðarskeið, sum í 1990’árunum og eftir 2015 er talið tó vaksið.

Greinin lýsir, hvussu sveiggj í fuglameinginum helst standast av broytingum í havumhvørvi og mattilfeingi, sum ávirkast av gróðri og fiskayngli á Landgrunninum.

Greinin leggur dent á, at heildarminkingin kann stava frá bæði náttúrligum broytingum og mannaárini, eitt nú við veiðu.

Hesi virðismiklu fuglatøl kunnu nýtast sum vísar (indikatorar) fyri vistfrøðina á Landgrunninum og størri økir í Norðuratlantshavi.

Ein neyvari grein við høvuðsúrslitunum kemur skjótt á heimasíðuni hjá Havstovuni.