Týski Bundesliga-dómarin; Patrick Ittrich; hevur mælt til at gera fleiri broytingar í fótbóltsreglunum.
1) Fyri taktiskt fríspark á miðum vølli skal fríspark dømast 17 metrar frá málinum. Hvussu ofta fara vit at síggja slík fríspørk tá?
2) Um leikari rullar á vøllinum tríggjar ferðir og hevur brúk fyri lækna, so fá honum ein og fá hann at bíða á síðulinjuni í 3 minuttir. Hvussu skjótt heldur tú, at spælarin hevði reist seg aftur á føtur?
3) Um ein leikari háðar dómaran, send hann út í 10 minuttir fyri at sissa seg. Hann kann súkkla fyri at hita upp, áðrenn hann kemur aftur á vøllin. Vit kunnu læra av hondbóltinum í tí sambandi.
4) Hví er ein dómari umringaður av 10 monnum eftir eina avgerð? Eftir mínum tykki bumm, bumm, bumm – trý reyð kort. Spæl sjey móti tíggju nú. Hatta hevði verið í lagi við mær.
Borgaraliga starvið hjá Patrick Ittrich er annars løgreglumaður í Hamburg.