U-20 ungdómar spæla EM í sandflogbólti í Madrid

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U18-gentu- og dreingjalandsliðini í sandflogbólti skulu í dag og í morgin spæla um evropeiska meistaraheitið í spanska høvuðsstaðnum Madrid.

Føroysku U20-liðini eru komin beint í endaumfarið í EM-kappingini hjá CEV. Genturnar eru Mariu Teresa Vitalis og Osla Johannesen, sum í veruleikanum hava aldur til U18. Dreingirnir eru Rani Ákason og Filip Ilic.

Mótstøðan er sterk. Genturnar eru í bólki F saman við Kekkia, Grikkalandi og Litava. Kekkia er styrkismett nummar 6, Grikkaland nummar 11 og Litava nummar 22. Føroyar eru styrkismettar nummar 27 av 32 londum.

Fyrsti dysturin hjá gentunum er í dag klokkan 12.20 ímóti Kekkia. Dystirnir ímóti Grikkalandi og Litava eru í morgin.

Dreingirnir eru í bólki G saman við Ukreina, Fraklandi og Kroatia. Ukraina er styrkismett nummar 7, Frakland nummar 10 og Kroatia nummar 23. Føroysku dreingirnir eru styrkismettir nummar 26.

Teir spæla í dag klokkan 13.10 ímóti Ukreina og klokkan 18.10 ímóti Fraklandi. Dysturin ímóti Kroatia er í morgin.

Beinleiðis støða er á cev.eu.