Bæði ítróttarliga og praktiskt er talan um eina sera stóra avbjóðing, tá ið EM-endaspælið í fótbólti fyri U17 landslið við gentum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.
Vónandi fáa okkarar spælarar eina góða uppliving og síggja hvussu langt tú kanst røkka, sigur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Tað hevur eftirhondini merkt Fótbóltssamband Føroya í nøkur ár, at EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum í ár skal verða í Føroyum.
Praktiskt er talan eisini um eina so stóra uppgávu, at næstan øll umsitingin í FSF meir ella minni verður í undantaksstøðu í døgunum 4. til 17. mai.
Tá koma sjey av teimum bestu londunum í Evropa til Føroya at dystast um EM-steypið. Eitt EM-endaspæl er ein umfatandi kapping og UEFA leggur nógva orku í, at øll viðurskifti eru upp á pláss.
Upprunaliga skuldi kappingin verða í Føroyum í 2021, men orsaka av koronafarsóttini varð endaspælið útsett. Tað er tí ein nýggjur árgangur av føroyskum U17-gentum, sum sleppa at royna seg móti heimselituni.
– Hetta eru spælarar, sum vit um stutta tíð koma at síggja í teimum stóru feløgunum í Evropa, sigur Eyðvør Jakobsen, sum hevur fingið til uppgávu at stjórna U17-landsliðnum.
Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík, og liðini fara at venja á fleiri vøllum kring landið. Umhvørvið kring dystirnar kemur at líkjast tí, sum vit kenna aftur frá vanligum A-landsdystum hjá monnum, og tað fer at merkjast í fleiri á føroysku kappingunum, sum mugu leggjast rundanum EM-endaspælið.
At talan er um eina stóra og umfatandi fótbóltskapping – ja, allarhelst tann størsta higartil – sæst aftur á øllum brøgdum.
Eitt nú verða venjingarnar hjá besta mansliðnum hjá KÍ ávirkaðar.
Allir dystirnir í endaspælinum verða sjónvarpsframleiddir við stórari manning, og stór krøv vera sum heild sett til umstøðurnar.
Væntandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingini, til Føroya hesar dagarnar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólkum eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.
Umframt Føroyar verða sjey lond við í kappingini, ið hava vunnið sær luttøku umvegis tvær undankappingar. Tey eru Spania, sum eru verandi evropameistarar, Niðurlond, Noreg, Pólland, Eysturríki, Italia og Frakland.
Eina ferð í lívinum
Ítróttarliga verður hetta væntandi ein harður umgangur, men uttan iva eisini ein uppliving fyri lívið hjá spælarunum.
– Tað eru fáir føroyskir spælarar, sum sleppa at royna seg í einum EM-endaspælið. Eg vóni, at hetta verður ein góð uppliving fyri okkara gentur, og at tær sleppa at síggja hvussu langt tær kunnu røkku við nógvari venjing og stórum dreymum, sigur Eyðvør Jakobsen.
Føroyar spæla móti liðum í heimselituni, har spælararnir eru væl vandir og væl skúlaðir. Í flestu førum er talan um spælarar, ið hava fótbóltin sum sína hægstu og kanska einastu raðfesting.
– Munurin er, at í Føroyum hava vit feløg, sum stríðast við at manna lið, meðan summar av hesum spæla við feløgum, sum hava fulltíðar setup rundan um síni gentulið. Tað sigur ikki alt, men tað fortelur eina søgu um, hvat vit eru uppi ímóti, sigur Eyðvør Jakobsen.
– Hetta er ein “once in a lifetime” møguleiki. Mín vón og mítt mál er, at vit gera alt tað vit kunnu og einki liggur eftir. Eg vóni eisini, at hetta fer at vísa okkum, at vit kunnu seta krøv í gentufótbólti, og at vit kunnu røkka longri, um vit leggja meira fyri í venjing, sigur føroyski landsliðsvenjarin at enda.
EM-endaspæl U17-gentur í Føroyum
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Niðurlond (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)
Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frakland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Niðurlond – Noreg (Tórshavn)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frakland (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Niðurlond – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frakland – Pólland (Klaksvík)
Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)
Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)