Nordic Open fyri U17-menn byrjar í dag, og er talan um eina nýggja fýralandakapping í Føroyum.
Dystirnir vera leiktir í Runavík og við Tjarnir frá 6. til 8. juni. Luttakandi liðini eru Føroyar, Ísland, Týskland og Sveis, sum eru millum tær bestu tjóðirnar í ungdómshondbólti.
HSF hevur tikið stig til Nordic Open, eftir at European Open er broytt til eldri aldursbólkar. Kappingin gevur føroyskum ungdómi møguleika at royna seg móti sterkum altjóða liðum, sum er ein týðandi liður í menningini av føroyskum hondbóltsspælarum.
Ítróttastjórin hjá HSF, Mark Lausen-Marcher, sigur, at talan er um eina sera stóra og góða avbjóðing hjá okkara ungu monnum.
Dystirnir verða stroymdir á live.hsf.fo. Atgongumerki til dystirnar kunnu keypast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.
Leiksskráin er hendan:
Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík
Kl. 18.00 Sveis – Týskland
Kl. 20.00 Føroyar – Ísland
Leygardagin 7. juni við Tjarnir
kl. 16.00 Sveis – Ísland
kl. 18.00 Føroyar – Týskland
Sunnudagin 8. juni við Tjarnir
kl. 10.00 Týskland – Ísland
kl. 16.00 Føroyar – Sveis
