U19-dreingirnar spæla klokkan 11 móti Eysturríki – Dysturin verður stroymdur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U19-menn spæla nú klokkan 11 EM-undankappingardyst móti Kosovo á Zahir Pajaziti leikvøllinum í Pristina í Kosovo.

Dysturin verður stroymdur á Youtube. Eisini ber til at fylgja gongdini í dystinum á heimasíðuni hjá UEFA.

Hetta er seinasti dystur í hesi EM-undankappingini hjá U19-dreingjunum. Hósdagin taptu U19-menninir 3-0 móti Spania, og Sunnudagin taptu teir 4-0 móti Eysturríki.

Sambært FSF á Facebook hevur Øssur Hansen, venjari, valt hesar at byrja á vøllinum:

1. Sámal á Steig (Málverji)
2. Virgar Jónsson
3. Torkil Holm
4. Ingi Arngrímsson
5. Jónas Prior
6. Árni Nóa Atlason (Liðskipari)
9. Bartal Páll Klein
10. Mattias Hellisdal
16. Djóni Samuelsen
17. Jósef Ólavsson
18. Bjørn Bjarkhamar

Á beinkinum:
12. Rasmus Olsen (Málverji)
7. Aron Benjaminsen
8. Baldur Niclasen
11. Markus Isaksen
13. Aron Arnholdsson
14. Sjúrður Henriksen
15. Arnór Brandsson