U19-dreingirnar taptu 3-0 móti Spania

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EM-undandystur U19-menn bólkur 10:
Spania – Føroyar 3-0 (2-0)

Spania gjørdist, sum væntað, ein stórur biti hjá føroysku U19-monnunum í fótbólti í EM-undandysti í Kosovo. Úrslitið gjørdist 3-0 til Spania, eftir at hálvleiksstøðan var 2-0.

Eftir hagtølunum at meta, vóru Føroyar undir stórum trýsti frá byrjan. Tað eyndaðist kortini at halda stand í hálvan tíma, áðrenn Antonio Cordero setti hol á hjá Spania. Stutt eftir hálvleik økti Jon Martín til 2-0.

20 minuttir inn í seinna hálvleik fekk málverjin hjá Spania, Manu González, reytt kort. Men lítið hjálpti Janneh Omar gjørdi tað til úrslitið 3-0.


EM-undandystur U19-menn bólkur 10:
Spania – Føroyar 3-0 (2-0)

Sámal á Steig (Málverji)
Virgar Jónsson
Torkil Holm
Ingi Arngrímsson
Jónas Prior
Árni Nóa Atlason (92,. Aron Arnoldsson)
Aron Benjaminsen (86. Markus Isaksen)
Bartal Páll Klein (92. Arnór Brandsson)
Mattias Hellisdal (Liðskipari)
Sjúrður Henriksen (86. Baldur Niclasen)
Djóni Samuelsen (Bjørn Bjarkhamar)

Á beinkinum:
Rasmus Olsen (Málverji)
Jósef Ólavsson

Gult kort: 66. Sjúrður Henriksen