EM-undandystur U19-menn bólkur 10:
Føroyar – Kosovu 0-2 (0-1)
Okkara U19-dreingir í fótbólti taptu í morgun 2-0 fyri Kosovo í EM-undanbólki 10. Hálvleiksstøðan var 1-0.
Føroyar taptu harvið allar dystirnar í EM-undanbólki 10, sum seinastu dagarnar hevur verið spældur í Pristina í Kosovo. Fyrsta dystin taptu Føroyar 3-0 móti Spania og annan dystin taptu teir 4-0 fyri Eysturríki. Harvið endaðu Føroyar aftast í bólkinum.
EM-undandystur U19-menn bólkur 10:
Føroyar – Kosovu 0-2 (0-1)
Føroyar:
Sámal á Steig (Málverji)
Virgar Jónsson (46. Sjúrður Henriksen)
Torkil Holm
Ingi Arngrímsson
Jónas Prior
Árni Nóa Atlason (Liðskipari) (75. Aron Arnholdsson)
Bartal Páll Klein (61. Aron Benjaminsen)
Mattias Hellisdal (88. Arnór Brandsson)
Djóni Samuelsen
Jósef Ólavsson
Bjørn Bjarkhamar
Á beinkinum:
Rasmus Olsen (Málverji)
Baldur Niclasen
Markus Isaksen
Gult kort:
20. Árni Atlason, 68. Ingi Arngrímsson, 84. Mattias Hellisdal
Stigatalva U19 EM-undanbólkur 10
Lið | D | S | J | T | M+ | M- | M+/- | Stig |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Eysturríki | 3 | 2 | 0 | 1 | 8 | 1 | +7 | 6 |
Spania | 3 | 2 | 0 | 1 | 7 | 4 | +3 | 6 |
Kosovo | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 7 | -1 | 6 |
Føroyar | 3 | 0 | 0 | 3 | 0 | 9 | -9 | 0 |