U19-dreingirnar taptu fyri Póllandi og Egyptalandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska U19-dreingjalandsliðið í hondbólti endaði European Open í Göteborg við tveimum teprum ósigrum móti Póllandi og Egyptalandi. Kappingin var liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið í august.

Fyrri dysturin í dag var móti Póllandi, har okkara dreingir stríddust við at finna rútmuna. Hóast javnleikur 8-8 stutt fyri hálvleik, vóru tað póllendingar sum høvdu neyvleikan og fóru til hálvleiks frammanfyri 11-9.

Í seinna hálvleiki brendu okkara ov nógv og gjørdu fleiri villur. Endaliga úrslitið gjørdist 22-20 til Pólland.

Seinasti dysturin var móti Egyptalandi. Føroyar byrjaðu væl og vóru á odda fyrstu 15 minuttirnar, men mistu takið og fóru til hálvleiks aftanfyri 12-11.

Verjan hekk ikki saman, og egyptar fingu ov nógv pláss. Okkara royndu at minka um munin, men endaðu við at tapa 27-22.

Føroyar endaðu við hesum nummar 7 í European Open var tó fyrst og fremst ein fyrireiking til HM-endaspælið í Egyptalandi í august, tá ið Føroyar skulu spæla móti Týsklandi, Slovenia og Uruguai.


Málskjúttar móti Egyptalandi:

  • Jákup Egholm 8 (3)
  • Fríði í Innistovu 4
  • Haraldur Karlsson 3
  • Filip Haldansen 2
  • Lýðar í Dímun 2
  • Magnus Árason 2
  • Jón Midjord 1

Málskjúttar móti Póllandi:

  • Lýðar í Dímun 5
  • Brandur Hansen 3
  • Rúnar Hammer 2
  • Jákup Egholm 2 (1)
  • Fríði í Innistovu 2
  • Magnus Árason 2
  • Hanus Gunnarsson 1
  • Haraldur Karlsson 1

Føroyski hópurin í European Open:

Málverjar:

  • Ingi Johannesen (H71)
  • Bjarni Gunnarson Jacobsen (VÍF)

Útileikarar:

  • Jón Midjord (H71)
  • Filip Haldansen (VÍF)
  • Jákup Egholm (H71)
  • Hanus Gunnarson (H71)
  • Magnus Árason (GOG)
  • Helgi Jakob Halldorsson (H71)
  • Haraldur Karlsson (H71)
  • Jógvan Andreas Lamhauge (H71)
  • Lýðar í Dímun (Neistin)
  • Rúnar Hammer (BSH)
  • Fríði í Innistovu (VÍF)
  • Erling Erlendsson (Kyndil)
  • Brandur Hansen (VÍF)
  • Pauli Rasmussen (StÍF)