Føroysku U19-menninir hava nú tryggjað sær at spæla um 5. plássið í European Open í Svøríki eftir tveir sigrar týsdagin.
Í morgun vunnu Føroyar 16-11 á Litava. Hóast avrikið leingi var misjavnt, gjørdist endin góður. Hálvleiksstøðan var 7-7, og tað sá leingi svart út í seinna hálvleiki, men tá 8 minuttir vóru eftir, gjørdu venjararnir útskiftingar og fingu ferð á spælið. Føroyar vunnu trygt at enda.
Seinni dysturin var móti Estlandi, og hann var enn greiðari. Føroyar lótu ongan iva verða um, at teir vóru betri enn Estland og vunnu 27-16.
Liðið var frammanfyri 15-7 í hálvleikinum. Føroyska 5-1 verjan voldi estum høvuðbrýggj og Jákup Egholm framprovokeraði ein hóp av villum. Í álopinum riggaði 6 móti 6 spælið væl, og Rúnar Hammer var eyðsýndur.
Seinni hálvleikur var talan um cruisekontrol, og hóast stígur eina løtu, varð leiðslan ongantíð í vanda. Okkara menn royndu ymsar uppstillingar, og tað mesta hepnaðist væl.
Komandi dystir:
- Fríggjadag kl. 08.00: Pólland – Føroyar
- Fríggjadag kl. 12.15: Føroyar – Egyptaland
Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.
Føroyski hópurin í European Open:
Málverjar:
- Ingi Johannesen (H71)
- Bjarni Gunnarson Jacobsen (VÍF)
Útileikarar:
- Jón Midjord (H71)
- Filip Haldansen (VÍF)
- Jákup Egholm (H71)
- Hanus Gunnarson (H71)
- Magnus Árason (GOG)
- Helgi Jakob Halldorsson (H71)
- Haraldur Karlsson (H71)
- Jógvan Andreas Lamhauge (H71)
- Lýðar í Dímun (Neistin)
- Rúnar Hammer (BSH)
- Fríði í Innistovu (VÍF)
- Erling Erlendsson (Kyndil)
- Brandur Hansen (VÍF)
- Pauli Rasmussen (StÍF)