U19 gentur taptu allar tríggjar dystirnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U19-genturnar hjá Føroyum hava spælt EM-undankapping í Serbia, og tær taptu allar tríggjar dystirnar greitt. Tær taptu 6-1 móti Serbia, 7-1 móti Eysturríki og 4-0 móti Kekkia. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu síni.

Venjarin, Sigtór Petersen, er tó errin av sínum gentum, tí mótstøðan var sera sterk.
– Sjálvt um mótstøðan var sera sterk, so góvu tær ongantíð upp, men stríddust allar dystirnar á tamb, sigur hann. Hann ásannar tó eisini, at tað var ov lætt at skora ímóti teimum

Tað gjørdist somuleiðis greitt, at tá ið genturnar fluttu seg úr deild B upp í deild A, gjørdist mótstøðan munandi sterkari.

Í fyrsta dystinum skoraði Brá Zakariasardóttir fyri Føroyar móti Serbia, meðan Sólja Ernstdóttir skoraði móti Eysturríki.

– Sjálvt um vit hesaferð skuldu spæla í deild A, so royndu vit at spæla álopsfótbólt. Ikki óvæntað kostaði tað eitt sindur í verjupartinum, men vit megna at skora tvey mál, sigur Sigtór Petersen.

Mynd: Spælarar, venjarar og toymið rundan um liðið uttan fyri fótbóltsdepilin hjá serbiska fótbóltssambandinum, ið er staðsett í býnum Stara Pazova – Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir