EM U19 gentur
Rumenia – Føroyar 31-25 (14-13)
U19 gentulandsliðið í hondbólti tapti fysta dystin í EM-endapælinum 31-25 móti Rumenia.
Føroyar fingu eina sera góða byrjan og førdu 5-1, áðrenn Rumenia svaraði aftur.
Munurin minkaði allan fyrra hálvleik, og Rumenia kom upp á javnt, tá ið tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Í steðginum førdi Rumenia 14-13.
Í seinna hálvleik økti Rumenia spakuliga um leiðsluna, og føroysku genturnar megnaðu ongantíð at svara ordiliga aftur.
Móti endanum av dystinum brendu føroysku genturnar nógv skot, og endin var, at Rumena vann dystin 31-25.
Hjá Føroyum var Silja Geirsdóttir Eystberg greiður toppskjútti við 8 málum.
Í morginárið klokkan 11 spæla Føroyar móti Spania og í ovurmorgin klokkan 13.30 móti Týsklandi.
Føroyskir málskjúttar
- Silja Geirsdóttir Eystberg – 8/13
- Marta Agnarsdóttir Højgaard – 5/7
- Joan Johannesen – 3/6
- Rakul Borgarlíð Joensen – 3/4
- Fjóla Skaalum Vilhelm – 2/9
- Mira Bendix Laursen – 1/2
- Katrin Hansen – 1/1
- Karin Fossabrúgv – 1/1
- Sará Berg á Lag – 1/3
- Agatha Djurhuus – 0/1
- Elida Joensen – 0/1
- Rakúl Christiansen
- Marjun Jansdóttir
- Gylta Djurhuus á Neystabø (málverji)
- Anita Dahl (málverji)
Dystarskráin hjá Føroyum er hendan:
Hósdagin 10. juli
Kl. 11.00 Spania – Føroyar
Leygardagin 12. juli
Kl. 13.30 Føroyar – Týskland
Føroyski hópurin – EM U19 gentur
Málverjar:
Anita Dahl, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil
Útileikarar:
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, EB
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Elida Joensen, H71
Katrin Hansen, Kyndil
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Marta Højgaard, H71
Karin Fossabrúgv, H71
Joan Johannesen, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Christiansen, H71
Venjari: Agnar Joensen
Hjálparvenjari: Scott Harrington
Málmansvenjari: Mladen Mjerimacka
Fysioterapeut: Gurið Augustinussen
Hjálpari: Angelie Joensen
Dystarskráin hjá Føroyum er hendan:
Mikudagin 9. juli
Rumenia -Føroyar 31-25 (14-13)
Hósdagin 10. juli
Kl. 11.00 Spania – Føroyar
Leygardagin 12. juli
Kl. 13.30 Føroyar – Týskland
Kappingin kann stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma krevst at skráseta seg sum brúkara og eitt gjald fyri hvønn dyst.