EM U19 gentur
Spania – Føroyar 23-16 (8-6)
Hóast føroyska verjan og málverjar stóðu sera væl, so var tað ikki nokk til at basa Spania í dag. Føroysku U19-kvinnurnar í hondbólti taptu 23-16, eftir at Spania var á odda 8-6 í hálvleikinum.
Tað komu fá mál í fyrra hálvleiki. Báðar verjurnar stóðu sera væl, somuleiðis málverjarnir. Gylta á Neystabø helt á, har hon slepti í gjár og hevði fleiri stórbjargingar.
Spanska verjuspælið var ágangandi og trýsti okkara til at gera villur, og høvdu okkara tað trupult við at koma til góðar málmøguleikar. Støðan eftir 15 minutttir segði alt, 3-2. Føroyar vóru væl við í dystinum og gekk heldur frægari at fáa mál uppundir hálvleik. Støðan í steðginum var 8-6 til Spania.
Dystargongdin í seinna hálvleiki var lík henni í fyrra. Tað komu tó heldur fleiri mál, men enn vóru tað verjurnar, sum myndaðu dystin. Her hevði Spania enn munin, og vóru tað tær sum spakuliga øktu.
Okkara skuldu kempa hart fyri hvørt mál og fingu einki í gávu frá spanska málverjanum, sum gjørdist dagsins leikari hjá Spania.
Munurin øktist seinastu løtuna, men kunnu okkara tó taka góða verju- og málverjaavrikið við sær til næsta dyst. Spania vann 23-16.
Eftir dystin var Ró Reginsdóttir kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Kvikið spælskiparin gjørdi 4 mál og eygdnaðist væl við at fáa ferð í føroyska álopsspælið.
Leygardagin klokkan 13.30 spæla Føroyar móti Týsklandi.
Føroyskir málskjúttar
- Ró Reginsdóttir – 4/7
- Rakul Borgarlíð Joensen – 3/8
- Silja Geirsdóttir Eystberg – 3/7
- Mira Bendix Laursen – 2/3
- Rakúl Christiansen – 1/2
- Marta Agnarsdóttir Højgaard – 1/2
- Agatha Djurhuus – 1/1
- Sará Berg á Lag – 1/1
- Joan Johannesen – 0/1
- Katrin Hansen – 0/2
- Fjóla Skaalum Vilhelm – 0/2
- Marjun Jansdóttir – 0/0
- Karin Fossabrúgv – 0/0
- Elida Joensen – 0/0
- Gylta Djurhuus á Neystabø (málverji)
- Anita Dahl (málverji)
Føroyski hópurin – EM U19 gentur
Málverjar:
Anita Dahl, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil
Útileikarar:
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, EB
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Elida Joensen, H71
Katrin Hansen, Kyndil
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Marta Højgaard, H71
Karin Fossabrúgv, H71
Joan Johannesen, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Christiansen, H71
Venjari: Agnar Joensen
Hjálparvenjari: Scott Harrington
Málmansvenjari: Mladen Mjerimacka
Fysioterapeut: Gurið Augustinussen
Hjálpari: Angelie Joensen
Dystarskráin hjá Føroyum er hendan:
Mikudagin 9. juli
Rumenia -Føroyar 31-25 (14-13)
Hósdagin 10. juli
Spania – Føroyar 23-16 (8-6)
Leygardagin 12. juli
Kl. 13.30 Føroyar – Týskland
Kappingin kann stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma krevst at skráseta seg sum brúkara og eitt gjald fyri hvønn dyst.